Innanlands

Sev byggir stóra koplingarstøð í Hovi

Skal tryggja støðuga grøna orku í oynni

2021-01-21 12:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sev er farið undir eina størri byggiverkætlan í Hovi, ikki langt frá miðnámsskúlanum.

Talan er um eina koplingarstøð, sum skal taka ímóti orkuni frá teimum sjey stóru vindmyllunum, ið settar eru upp í Porkerishaganum.

Í løtuni fer orkan frá vindmyllulundini í eina fyribils koplingarstøð í nøkrum bingjum, greiðir Heri Mortensen, framleiðslustjóri hjá Sev, frá.

Í koplingarstøðini í Hovi verður eisini sokallað stabiliserandi tøkni, sum ger tað møguligt at veita grøna orku í nógv størri mun til Suðuroynna.

Talan er um ein sokallaðan synkron kompensator og um eina battarístøð, munandi størri enn tann, sum Sev í løtuni hevur tilknýtta vindmyllulundini í Húsahaga oman fyri Havnina.

- Synkronkompensatorurin er nýggj tøkni, sum er ment samstundis sum vindorkan hevur vundið upp á seg kring heimin. Henda tøknin ger, at vit kunnu varðveita trekleikan – mótstandin – í skipanini, so at streymveitingin ikki verður órógvað um t.d. eitt skammlop hendir ella um ein linja verður kvett av, greiðir Heri Mortensen frá.

- Sama er við battarískipanini, sum verður tríggjar ferðir størri enn tann í Húsahaga, og sum nú er so mikið ment, at hon megnar at javna øll sveiggini frá vindorkuni og ger tað møguligt at vit longu nú oftani hava yvir 70 prosent grøna orku í Suðuroynni, tað er orka frá vindmyllunum og vatnverkinum í Botni.

- Nýggja tøknin við battaríum og synkronkompensatori ger, at vit í nógv minni mun eru bundin av Vágsverkinum og vera før fyri at skerja oljubrúkið rættiliga nógv, sigur Heri Mortensen.

Battarískipanin er so sterk, at hon megnar at forsýna alla Suðuroynna við streymi í upp móti einum hálvum tíma um okkurt brek skuldi komið á skipanina.

Koplingarstøðin í Hovi verður væntandi klár at taka í nýtslu i september ella oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder