Innanlands

Settu strangari tiltøk í verk enn heilsumyndugleikin helt vera neyðugt

Men nú er tað heldur hinvegin, og landsstýrið ynskir at vera meira opið enn farsóttarnevndin mælir til, sigur løgmaður í samrøðu við Sosialin

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-14 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At byrja við settu vit strangari tiltøk í verk, enn vit fingu tilmæli um frá heilsumyndugleikunum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við Sosialin hetta vikuskiftið, nú tað er eitt ár síðani fyrstu koronutilmælini komu.

Løgmaður sigur við Sosialin, at landsstýrið við tíðini hevur vilja verið havt meira opið enn tilmælini frá Farsóttarnevndini hava sagt.

Bárður á Steig Nielsen, at tey hava verið skjót at gjørt neyðugar broytingar í tilmælunum, tá tey hava verið órímilig ella hava manglað samanhang.

- Vit politikarar skulu taka atlit til onnur samfelagslig viðurskifti, og tí hava vit roynt at finna eina javnvág millum tað, sum er heilsufakliga forsvarligt, samstundis sum vit taka samfelagslig atlit, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Føroyar er í dag eitt rættiliga opið land í mun til londini rundan um okkum. Tilmælini eru millum annað, at fólk halda seg heima til úrslit av koronakanning á sætta degi fyriliggur. Heldur ikki skulu fleiri enn 200 fólk savnast í skipaðum bólkum, og at størri tiltøk sum festivalar, ítróttastevnur og aðara veitslur ikki verða hildin fyribils.

Landsstýrið sigur, at nýggj tilmæli um hetta við festivalum og veitslum verða fráboðað eftir páskir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder