Innanlands

Seta spakan í mánadagin

Arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall byrjar mánadagin

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2021-02-05 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin á middegi verður fyrsta flagið loyst í sambandi við tunlar Norður um Fjall. Tiltakið verður hildið í Ánunum fyri innbodnum. 

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða at vera vælkomin á staðnum. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at bera fram røðu og loysa fyrsta flagið.

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi. Tað verður Articon, sum fer at gera vegirnar.

Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.

Arbeiðið er mett at taka umleið fýra ár treytað av, at játtan verður til arbeiðið, sigur Landsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder