Innanlands

Serum Instuttið sáar iva um skjóta koronatest

Kann geva ein falskan tryggleika, verður hildið

(Mynd: dr.dk)

(Mynd: dr.dk)

2020-06-11 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið pirk í fingurin og tol í tíggju minuttir. So hevur tú svar uppá, um tú hevur andevni í kroppinum móti covid-19 ella ikki.

Í Keypmannahavn eru nú nøkur apotek, sum bjóða hesa testina fyri 299 krónur uttan fyrst at hava ávísing ella tíð frá læknanum.

Men hjá Statens Serum Institut sáa tey nú iva um henda kanningarháttin. Anders Fomsgaard, virologur sigur við dr.dk, at royndin er ikki eins nágreinilig, sum fekst tú tikið eina veruliga blóðroynd, ið varð kannað á eini kanningarstovu.

- Tað koma fleiri skjótar testir fram, og flestu teirra eru ikki eins tryggar og tær testir, ið verða send til eina kanningarstovu. Tær kunnu vera falskar, og tað eigur brúkarin at vita, áðrenn hann keypir eina slíka test, sigur Anders Fomsgaard.

- Slíkar royndir kunnu geva fólki ein falskan tryggleika, um tær vísa andevni, sum veruliga ikki eru til staðar. So um ein hevur verið í sambandi við fólk, sum hava havt covid-19, so mæli eg til at fáa tikið eina rættiliga blóðroynd, sigur hann við dr.dk.

Testin kannar tvey sløg av andevni í blóðinum, og gevur tí tvey svar. Eitt svar fyri, um ein er sjúkur við koronavirus her og nú, og eitt svar fyri, um ein fyrr hevur havt virussið í kroppinum.

Tað er tann parturin av royndini, sum sigur um ein hevur koronavirus her og nú, ið ikki er so nágreiniligur. Hann gevur bert rætt svar í 69 prosentum at royndunum, ið verða tiknar.

Hetta úrslitið verður tó víst aftur av teimum, ið selja testina. Tey vísa á, at kanningar í Spania, har 17.000 testir eru sammettar við starvsstovuroyndir, vísa, at úrslitið er 97 prosent av røttum úrslitum, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder