Innanlands

Senatið gongur ímóti ynskjum forsetans

Donald Trump hevur brúkt sýtingarrætt sín móti verjufíggjarætlanini. Men tað er ikki vist, at senatið vil loyva honum

Forkvinnan í umboðsmannatinginum, demokratiska Nancy Pelosi, avmyndað í gjár (Mynd: EPA)

Forkvinnan í umboðsmannatinginum, demokratiska Nancy Pelosi, avmyndað í gjár (Mynd: EPA)

2020-12-29 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at fyri fyrstu ferð verður vetorætturin hjá einum sitandi amerikanskum forseta kveistraður burtur í Kongressini.

Í gjár var atkvøðugreiðsla í Umboðstinginum um at ógilda sýtingarrættin, sum Donald Trump, forseti, brúkti móti verjufíggjarlógini fyri jól.

322 limir í umboðsmannatinginum atkvøddu fyri og 87 ímóti, skrivar AP-tíðindastovan.

109 av tinglimunum í egna flokkinum hjá forsetanum, Republikanarunum, vóru við at atkvøða ímóti forsetanum.

Nú er tað upp til Senetið, um sýtingarrætturin hjá Trump framhaldandi skal galda. Atkvøðugreiðsla verður helst í hesi vikuni.

Tað krevur ein meiriluta á tveir triðingar í báðum kømrunum at nokta forsetanum sýtingarrættin.

Meðan demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, so hava republikanararnir meirilutan í Senatinum, men her var verjufíggjarlógin samtykt við stórum meiriluta – 84 fyri og 13 ímóti.

Verjufíggjarlógin hevur verið samtykt á hvørjum einasta ári síðani 1960’ini, skrivar dpa tíðindastovan.

Men seinasta útgávan av verjufíggjarlógini gongur ímóti fleiri av ynskjunum hjá Donald Trump, forseta.

Eitt nú at amerikansk herfólk framhaldandi skulu vera í Týsklandi, og at amerikanskar herstøðir ikki longur skulu verða kallaðar upp eftir generalum úr suðurstatunum.

Forsetin hevur eisini kravt, at Kongressin skal gevast við at verja stórar kt-fyritøkur. Sjálvur liggur Donald Trump í stríði við teir stóru sosialu miðlarnar, sum sambært honum ikki taka undir við konservativa flokkinum.

Verjufíggjarlógin er á 4.500 milliardir krónur, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder