Innanlands

Semja í ES um risastóran hjálparpakka

ES fer at útvega 5.500 milliardir krónur - tað er serliga ætlað til londini, ið eru harðast rakt av koronakreppuni

Charles Michel úr Belgia leiddi samráðingarnar (Mynd: EPA)

Charles Michel úr Belgia leiddi samráðingarnar (Mynd: EPA)

2020-07-21 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir samráðingar í fýra dagar varð ein semja funnin í nátt í Brússel. Leiðararnir í ES hava avgjørt, hvussu hjáparpakkin skal síggja út, og eisini hvussu fíggjarætlanin komandi sjey árini skal síggja út.

Tað hevur verið trupult at finna eina semju; hvussu stór upphæddin skal verða o.s.fr. Tey londini, ið higartil eru komin væl ígjøgnum kreppuna(t.d. Danmark), høvdu sjálandi eitt heilt annað útgangsstøði og ynski enn suðurevropeisku londini, sum eru hart rakt. Tað eru serliga Spania, Italia og Grikkaland, ið fáa stóra hjálp. 

Avtalan er søguliga stór, og samráðingarleiðarin, Charles Michel, fegnast á Twitter og vísur á týdningin sum hin hevur fyri samveldið.

ES-stjórnin hevur avgjørt, at 5.500 milliardir krónur, 750 milliardir evrur, verða latnar í stuðli og lánum. 390 millardir evrur verða givnar til ES-londini sum stuðul og 360 milliardir sum lán

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder