Innanlands

Seks tiknir fyri rúsdrekkakoyring um vikuskiftið

Fimm vórðu tiknir í Vestmanna, og ein varð tikin í Norðoyggjum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-18 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur løgreglan tikið tilsamans seks bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.

Teir flestu vórðu tiknir í sambandi við bátastevnuna í Vestmanna, og har var talan um bilførarar, sum høvdu sovið rúsin av sær og hildu, at promillan var undir tí loyvda.

Leygardag fyrrapart vórðu fýra bilførarar í Vestmanna, sum høvdu ov høga promillu, og sunnudag fyrrapart varð aftur ein bilførari tikin í Vestmanna.

Sætti bilførarin varð eisini tikin sunnudag fyrrapart, men hann varð tikin í norðoyggjum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað annars hevur verið friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder