Innanlands

Seks tiknir fyri at koyra við kenning um vikuskiftið

Í tveimum førum kláraðu ávirkaðu bilførararnir ikki at halda sær á vegnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-30 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan tók heilar seks bilførarar um vikuskiftið fyri at koyra við kenning.

Fýra av bilførarunum vórðu avdúkaðir í sambandi við kanningar, sum vórðu framdar í tilknyti til serlig átøk, sum løgreglan hevur, nú árstíðin fyri jólahald er byrjað.

Í tveimum førum vórðu rúsdrekkakoyrarar avdúkaðir avdúkaðir í sambandi við ferðsluóhapp.

Bæði hendu sunnumorgunin, ávikavist klokkan hálvgun trý og hálvgun sjey. Og í báðum førum kom ein garður í vegin, tí hvørgin av bilførarunum megnaði at halda seg á vegnum, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder