Innanlands

Seks nýggir tilburðir jólaaftan

Fimm partur av smittuketu sum landslæknin fylgir, og ein staðfestur positivur eftir kanning á sætta degi. 41 fólk eru í løtuni positiv við covid-19

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-25 14:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Fimm teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónar er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komu.

Hesi øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina. 864 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

41 fólk eru positiv við covid-19 í Føroyum í løtuni. 153 eru í sóttarhaldi, og tveir persónar eru innlagdir á sjúkrahúsi í sambandi við korona.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder