Innanlands

Seks nýggir koronutilburðir í yvir 2.000 kanningum

Øll vóru smittað í Føroyum - harav ein frá ókendari smittuketu. Talið av smittaðum er minkað niður í 65. Tvey fólk við Covid-19 eru í løtuni innløgd

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-07-27 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu 2.096 koronukanningar gjørdar, og seks nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini á corona.fo

- Øll vóru smittað í Føroyum. Í fimm førum var smittukeldan kend, í tí seinasta førinum var smittukeldan ókend, skrivar heimasíðan

Í løtuni eru 65 persónar smittaðir við COVID-19 í Føroyum. Talið av smittaðum er harvið lækkandi.

Tvey av teimum smittaðu eru innløgd, vísa hagtølini.

Rættað: 15.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder