2026-04-18 09:25
Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fingu seks bilførarar klipp í koyrikortið, og ein fekk eina treytaða frádøming.
Í Fuglafirði fingu tríggir bilførarar klipp fyri at koyra við børnum undir 15 ár, sum ikki sótu íbundin.
Millum Fjarða fingu tveir bilførarar klipp fyri at koyra ov skjótt - ávikavist 109 og 113 kilometrar um tíman, og sætta klippið fekk ein bilførari í Kollafirði, sum koyrdi 108 kilometrar um tíman.
Í Sundalagnum fekk ein bilførari treytaða frádøming fyri at koyra 118 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald