Innanlands

Seks 3. viðgerðir og tríggjar 2. viðgerðir á skránni í dag

Tingfundur byrjar kl. 10 – Á skránni er eisini framløga, aðalorðaskifti um uttanríkismál, og umrøða av skrivligum fyrispurningi um royndir við skiljirist og semipelagiskum troli

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2021-04-26 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin klokkan 10 verður tingfundur, og í dag er nógv á skránni.

Byrjað verður við aðalorðaskifti um uttanríkismál, sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana hevði framløgu um í farnu viku.

Síðani eru seks 3. viðgerðir, og tríggjar 2. viðgerðir á skránni.

Eisini skal skrivligur fyrispurningur hjá Ingolf S. Olsen, tingmanni fyri Tjóðveldi, til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, umrøðast. Spurningurin snýr seg um royndir við skiljirist og semipelagiskum troli.

At enda verður so framløga á skránni.

Skráin fyri tingfundin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder