placeholder
Innanlands

Seinkingar kunnu væntast norður um Suðuroyarfjørð

Orsakað av ringa veðrinum siglur Smyril vestanfyri á túrunum til Havnar, upplýsir Strandferðslan

2021-01-21 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið ávirkar samferðsluna í dag. Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er eingin koyring í Suðuroynni - talan er um leið 700 og leið 101 - og siglt verður heldur ikki til Fugoyar og Svínoyar og millum Sand og Skúgvoy.

Smyril siglur sum vant, men væntast kunnu seinkingar á túrunum til Havnar. Tað kemst av, at Smyril fyri veður siglur vestanfyri á túrunum til Havnar.

Smyril fer eftir ætlan av Havnini nú klokkan 14.15, og skal av Krambatanga klokkan 17.30.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder