Innanlands

Seinasta skotið latið av seinnapartin

Klokkan 14 verður Árnafjarðartunnilin, sum er tann styttri av nýggju tunlunum norður um Fjall, skotin ígjøgnum. Landsverk boðar frá, at ferðslan í økinum verður tarnað hesa løtuna seinnapartin

(Mynd: Við Tórði á túri / Tórður Mikkelsen, KvF)

(Mynd: Við Tórði á túri / Tórður Mikkelsen, KvF)

2022-11-08 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hátíðarløta í Ánunum klokkan 14 seinnapartin. Árnafjarðartunnilin, sum er 1900 metrar langur verður skotin ígjøgnum.

Árnafjarðartunnilin sum er millum Ánirnar og Árnafjørð, er tann styttri av nýggju tunilunum norður um Fjall. Hvannasundsunnilin verður umleið 2200 metrar til longdar.

Tiltakið í dag er alment, og byrjar klokkan 14 á keiøkinum í Ánunum. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vækominm, og síðani heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, eina røðu og at enda ber Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fram røðu.

Eftir røðuna, fer Knút Guðjónsson, at lata fyrsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.

Til seinast verður kaffi, te og smákøkur at fáa í Húsmøðrafelagnum, Bøgøta 4, Klaksvík. 

Landsverk boðar í hesum sambandi frá, at ferðslan norður um Fjall verður tarnað millum klokkan 14 og 16 av hesum. 

Nýggju tunlarnir fara at kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder