Innanlands

Seinasta freist at lata inn boð á Spógvan

Seinasta freist er 15. august, boðar Vørn frá

(Mynd: vorn.fo)

(Mynd: vorn.fo)

2018-08-07 08:38 Author image
Oda Strøm
placeholder

Vørn boðar frá, at seinasta freist at lata boð inn á Spógvan er tann 15. august 2018 kl. 12.

Spógvin varð lýstur til sølu 19. juli, og orsøkin er, at Vørn brúkar ikki Spógvan.

Hann varð bygdur í Danmark til vaktar- og bjargingartænastuna í 1986, og verður seldur í tí standi, hann er í, sigur Kringvarpið.

Um nøktandi boð ikki fæst, tilskilar Vørn sær rætt til ikki at taka av nøkrum boði.

placeholder
placeholder