Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 8

Grindin verður skift í drápspartar og seðlarnir koma út í morgin árini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-01 21:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin sum stutt fyri klokkan 19 legði beinini í Hvannasundi verður býtt í drápspartar, og seðlarnir koma út klokkan 8 í morgin árini.

Tá avtornaði vóru tað 38 hvalir, men nógvir av teimum eru smáir, upplýsir sýslumaðurin, Jens Jensen, fyri Portalinum í kvøld.

Enn er ikki greitt hvussu nógv verður í part, men miðað verður eftir, at eitt knapt skinn verður til hvønn part.

Seðlarnir koma út á bryggjuni í Hvannasundi klokkan 8 í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder