Tað verður 29 ára gamli meksikanarin Sebasian Jimenez Garcia, sum skal umboða Føroyar, tá finalan í kokkakappingini Arctic Young Chef verður hildin í Hørpuni í Reykjavík í heyst.
Leygardagin var føroyska kokkakappingin hildin á tekniska skúla í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin har.
Tað er NORA, norrønt atlantssamstarv, við høvuðsæti í Havn, sum hevur tikið stig til hesa kappingina, sum verður hildin í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og ‘Strandanoregi’, sum eisini er virkisøki hjá hesum norðurlendska stovni, sum annars fæst mest við at stuðla og fíggjað vinnuligum verkætlanum, sum kunnu føra hetta øki longur fram á leið.
Høvuðskokkur á Ræst
Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at skipað varð fyri kokkakapping í Føroyum. At vinnarin gjørdist ein meksikanari var kanska ikki so óvæntað, tí Sebastian Jimenes Garcia er høvuðskokkur á stílskapandi og nógv róstuu matstovuni Ræst heima í Havn, sum av flestu matummælarum bæði her heima og úti í verð, verður mett at vera tann allarbesta í Føroyum, nú Koks ikki longur er virkið her á landi.
Fimm ungir kokkar vóru við í kappingini, og tveir teirra vóru framhevjaðir, tá Høgni Hoydal landsstýrismaður kunngjørdi vinnaran av pallinum hjá Sjómannadegnum. Hin var Jógvan Winther Poulsen, sum hevur staðið í læru í Áarstovu, og eisini hevur arbeitt á Koks, men nú arbeiðir á matstovu í Keypmannahavn. Hann gjørdist nummar tvey í kappingini.
Hinir kokkarnir vóru Gundur Ellingsgaard Petersen, kokkur á Fiskastykkinum, Mogens Højsted, kokkur á Brandan og John Eli Kristmundsson, kokkur á Landssjúkrahúsinum.
Dómarar í kappingini vóru íslendingurin Hinrik Carl Ellertsson og føroyingarnir Petrine Nólsoy Larsen og Jákup Sumberg.
Føroyskt møtir útlendskum
Um matin hjá vinnaranum, Sebastian Jimines Garcia, søgdu dómararnir m.a., at hann hevði ‘bestu javnvág í rættinum, har føroyskt møtti útlendskum í nýggjum hami’. Um Jógvan Winther Poulsen søgdu teir, at hann vísti ‘væl frágingið handverk, góðan smakk við áhugaverdum menningarmøguleikum’.
Høgni Hoydal landsstýrismaður fegnaðist um, at tikið er stig til slíka kapping, og at tað eisini eru staðbundnar rávørur, sum verða brúktar í hesum kappingum soleiðis at lokala tilfeingið kann virðast og virðisøkjast.
Luttakararnir í føroysku kappingini skuldu gera ein forrætt og ein høvuðsrætt innan fyri tríggjar tímar, og brúka skrubbu, saltfisk umframt tara, hvítamei, hvíta og føroyska dild í sínum rættum.
Kappingar hava fyrr verið í Íslandi, har vinnarin gjørdist Andrés Björgvinsson og í Grønlandi, har Lars Abelsen vann. 12. september verður ein norskur finaluvinnari funnin, og finalan verður hildin í Hørpu í Reykjavík í sambandi við arktisku ráðstevnuna Arctic Circle Assembly í oktober.
Vinnarin av lokalu hálvfinalunum fær 10.000 kónur, meðan finnarin í finaluni, fær 25.000 krónur umframt eitt uppihald á Michelin matstovuni Koks í Grønlandi í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald