Innanlands

Seabourn Quest vitjar aftur í Runavík komandi fríggjadag

Ferðamannaskipið liggur við kai fríggjadagin 27. juli frá kl. 10 til kl. 23

2018-07-26 10:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Runavíkar Havn boðar frá, at ferðamannaskipið Seabourn Quest, ið vitjaði 
í Runavík hin 24. juni, kemur aftur fríggjadagin 27. juli og liggur við kai frá kl. 10.00 til kl. 23.00. 

Skipið skuldi eftir ætlan inn á Tórshavn. Umboðsfelag hjá Seabourn Quest er Tor Shipping. 

Fyrireikingarnar til at taka ímóti skipinum eru farnar ígongd.

Runavíkar Havn og Visit Runavík bjóða gestunum vælkomnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder