Innanlands

Saunan á Argjum skjótt heimleys

Jan Zachariassen, helst royndasti saunagos-meistarin her á landi, má víkja fyri alneyðugum kloakeringsarbeiði í Sandagerði. Enn hevur hann ikki funnið nýtt egnað stað til sítt væl vitjaða saunatilboð

Jan Zachariassen, gosmeistari (Mynd: Aura Myndir)

Jan Zachariassen, gosmeistari (Mynd: Aura Myndir)

2026-07-27 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjódypp er sakin í løtuni, og hevur tað verið í nøkur ár. Fyrr vóru tað bara einstaklingar av serligum slag, sum hættaðu sær at leypa á bláman at svimja frívilliga. Nú er tað ikki nógv, sum ikki hava roynt at lata seg søkka niður í føroyskan sjógv fyri at merkja kuldan.

Seinastu árini hevur eitt annað fyribrigdi tikið seg upp kring landið: Sauna og saunagos við gosmeistara.

Hetta snýr seg – í stuttum – um at njóta eina løtu í baðstovuhitanum, har ein gosmeistari, ið tryggjar rætta guvuhitan, skapar ein serligan avstappaðan/meditativan stemning, onkuntíð við hjálp av angandi, kanska lekjandi, oljum. Hesar upplivingar fáa eyka virknað við at lopið verður úr hitanum og beint á sjógv, ella við at ein letur seg søkka í eitt kar við ísakøldum vatni.

Ein teirra, sum er komin við hesum fyribrigdinum til Føroya, er Jan Zachariassen, helst mest royndi gosmeistarin her á landi. Seinastu árini hevur hann havt sítt egna tilboð undir navninum Sagunagos.fo, og síðani seinasta heyst einaferð hevur hann havt sína saunu við bæði hita- og kuldapottum á plássinum við Sjósavnið á Argjum.

Nú skal hann rigga sauna, og kørini av, tí 17 august skal vera klárt hjá byggifelagnum Articon at sleppa framat fyri at gera alneyðuga arbeiðið at leggja nýggja kloakk, so at tað aftur gerst ráðiligt at svimja í áarósanum í Sandagerði.

[object Object]

Umsitingarligur tvídráttur

Jan hevur roynt at finna sær annað stað at hava sítt virksemi. Eitt nú sendi hann í fjør eitt tilboð inn til Tórshavnar kommunu um at hava saunagos í Álakeri.

Men tað málið er nú strandað í umsitingarligum tvídrátti eftir at tað gjørdist ósemju millum politisku skipanina og kommunalu umsitingina um, hvør eigur avgerðina um, hvør vann útboðið.

Málið er endað í rættarmáli, og neyvan hendir meira við hesi ætlan fyrr enn niðurstøða er komin í hesum rættar málinum.

Fólk harmast

Tað at saunagos.fo nú má rigga av uttan at hava eitt annað pláss at flyta til, harmar ikki bara Jan Zachariassen, men eisini stóru fjøldina av fólki, sum hevur fingið ein vana at vitja hansara sauna fyri at ‘nullstilla’ heila og likam eina løtu.

- Ongin er fegnari enn eg um, at okkurt verður gjørt við kloakkviðurskiftini her í Sandagerði. Lat meg siga tað allarfyst, sigur Jan Zachariassen, og leggur afturat, at fyri hann persónliga er tað ongin vanlukka at Saunagos fyribils má støðga. Men hann hugsar um tey mongu fólkini, sum hava givið úttrykk fyri, hvussu kedd tey eru um, at hetta ikki longur verður eitt tilboð.

[object Object]

Áhugin eksploderaður

Jan Zachariassen greiðir frá, hvussu hetta við saunagos hevur vundið upp á seg síðan hann byrjaði fyri fýra-fimm árum síðani. Tá vóru tað bert nøkur fá, sum sóu virði í hesum formi fyri vælverutilboði.

Men hetta hevur vundið upp á seg í ovurmát í seinastuni.

- Eg upplivi, at tað koma einstaklingar, sum so hava ein ella tvey vinfólk við sær næstuferð, sum so aftur hava eitt ella fleiri viðsær næstu ferð tey koma. Vøksturin er elsponentiellur.

[object Object]

- Og tí eru tað eisini rættiliga nógv fólk, sum hava vent sær til mín og harmast um at hetta tilboðið nú støðgar. Eg havi eisini varhugan av, at nógv av teimum eru við í leitanini eftir einum egnaðum øki at flyta sauna’ina, sigur Jan Zachariassen.

Enn er tað so ikki eydnast Jan at finna eitt nýtt egna økið til Saunagos.fo. Sambært honum er tað ikki ein treyt, at tað skal liggja tætt við sjógv. Men tað skal helst vera í einum øki, har tað er friður og helst við vøkrum útsýni eisini.

Pláss fyri fleiri tilboðum

Síðan Jan kom heimaftur til Føroya við tankanum um at vekja áhugan fyri saunagosi, er nógv hent á økinum. Sjálvur hevur hann verið til at at byggja upp tilboðið á Glyvrum og í Hoyvíkini, áðrenn hann ‘fór fyri seg sjálvan’ á Argjum oman fyri Sandagerði.

Síðan eru nógv fleiri tilboð komin. Svimjihøllirnar, bæði í Havn, Klaksvík, Runavík og Leirvík, hava líknandi tilboð, og so eru tað tilboðini á Glyvrum, Leirvík, Kollafirði og við Tjaldarvík í Suðuroy. Og so ikki at gloyma vælverutilboðið á Ress og KG og so nýggjasta tilboðið á skránni, dyppi- og vælverufestivalur, sum verður í Sørvági í september. Og roknast kann við nógv fleiri, so stórur, sum áhugin er í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder