Uttanlands

Saudiarabiski kongurin innlagdur

84 ára gamli Salman kongur er vorðin innlagdur við bruna í gallbløðruni – Tað er sjáldan, at landið ber upplýsingar um heilsustøðuna hjá konginum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-20 11:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Saudiarabiski kongurin Salman bin Abdulaziz Al Saud er vorðin innlagdur á sjúkrahúsi í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh, upplýsir hovið fyri saudiarabisku tíðindastovuni Saudi Press Agency.

Salman kongur er 84 ár, og hann hevur sitið á trónuni, síðan 2015. Orsøkin til innleggingina skal vera ein bruni í gallbløðruni. Meira verður ikki upplýst.

Tað er tó sjáldan, at Saudiarabia kemur við upplýsingum um heilsustøðuna hjá Salman kongi.

Irakiski forsætisráðharrin, Mustafa al-Kadhimi, skuldi eftir ætlan vitja Saudiarabia í dag, men tann vitjanin er nú útsett, skrivar Ritzau.

Undir leiðsluni hjá Salman kongi hevur Saudiarabia sett fleiri fíggjarligar nýskipanir í verk, sum m.a. skulu tryggja, at landið framyvir kann gerast minni bundið av oljuframleiðslu. Eisini hava kvinnur fingið fleiri rættindi. Uttanríkispolitikurin er eisini vorðin meira áleypandi. T.d. luttekur Saudiarabia í krígnum í grannalandinum Jemen.

Sonur Salman kongi, Mohammad bin Salman, er landins krúnprinsur og verður av mongum sæddur sum veruligi leiðarin í landinum.

Amerikanska fregnartænastan CIA hevur staðfest, at tað var krúnprinsurin, sum gav boðini um at drepa tíðindamannin Jamal Khashoggi, sum varð dripin í saudiarabiska konsulátinum í tyrkiska býnum Istanbul 2. oktober 2018.

Jamal Khashoggi, ið var amerikanskur ríkisborgari, var komin við nógvum atfinningum móti konginum og krúnprinsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder