Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um gomlu brúnna um Sandá

Asfaltið er nú tikið oman av, og tjúkka betongplátan skorin av og beind burtur – Peningur er játtaður til at gera arbeiðið liðugt, og sáttmáli varð undirskrivaður týsdagin

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-12-25 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Articon hevur nú tikið asfaltið oman av og skorið tjúkku betongplátuna av gomlu brúnni um Sandá, og sáttmáli er nú undirskrivaður um at gera arbeiðið liðugt.

2,2 mió. krónur vórðu játtaðar á íløguætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2021, og sáttmálin varð undirskrivaður týsdagin.

Sambært Tórshavnar kommunu fer játtanin til at taka verandi bilverju á brúnni niður, og so verður nýtt rimaverk úr stoypijarni sett upp. Eisini verður laðingin umvæld.

Betongplátan, sum longu er tikin av brúnni, varð stoypt í sambandi við øktu ferðsluna á vegnum, tá ið Gamlarætt varð bygd. Men síðani nýggi vegurin um hálsin bleiv gjørdur, hevur eingin ferðsla verið á vegnum.

Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið á 12.487 krónur.

Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, sum ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder