Innanlands

SAS tekur flúgvingina upp aftur í næstu viku

Frá fríggjadegnum fer SAS at flúgva upp á Føroyar tríggjar dagar um vikuna. Frá 28. juni verður flogið seks ferðir um vikuna

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-05 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin í næstu viku byrjar flogfelagið SAS aftur at flúgva á rutuni millum Kastrup og Vága Floghavn.

Í juni verður tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, fríggjadag og sunnudag, men frá 28. juni verður flogið seks dagar í vikuni. Allar dagar uttan leygardag, sæst á bíleggingarskipanini hjá SAS.

Tað var í oktober í fjør, at SAS gavst at flúgva til Føroya. Talið á ferðafólkum minkaði, og ferðafólk skuldu sjálvi eisini rinda fyri koronukanningarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder