Innanlands

Samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið farnar í gongd

Sáttmálakrøv og ymisk ynski vórðu løgd fram í gjár - Sáttmálin millum partarnar gekk út 1. oktober í fjør

Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum og samráðaingarleiðari

Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum og samráðaingarleiðari

2020-02-12 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum kom sáttmáli uppá pláss millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Nú boðar Starvsmannafelagið frá, at farið er undir samráðingar við hitt stóra almenna arbeiðsgevarafelagið, KAF, har sáttmálin eisini gekk út 1. oktober 2019. 

Umboð fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og umboð fyri Starvsmannafelagið hittust í hølum Starvsmannafelagsins í gjáramorgun.

Samráðingarleiðarar eru Súni Selfoss (Starvsmannafelagið) og Anita Fuglø (KAF). Eyðdis Hartmann Niclassen, ið er e borgarstjóri í Vága Kommunu, umboðaði politiska baklandið hjá KAF í gjár, og Bogi Bendtsen umboðaði SEV. Fyrsta stigið var, at partarnir løgdu síni krøv og ynski fram. 

Næsti fundur millum partarnar verður týsdagin 18. februar kl. 9.30 í hølum Starvsmannafelagsins.

Kringvarpið skrivar, at samráðingar ikki byrjaðar við onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum enn. 15 fakfelagssáttmálar fóru úr gildi 1. oktober 2019. 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum skal í næstu døgunum hitta ymiskt feløg. Fyst tað hjá sjúkrarøktarfrøðingum og síðani Lærarafelagið og Akademikarafelagið.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder