placeholder
Innanlands

Samráðingarnar byrjaðar aftur

Í dag hava nevndin í Pedagogfelagnum, samráðingarumboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðagevarafelagið sett seg aftur við samráðingarborðið. Sáttmálan fór úr gildi 1. oktober í fjør, og eingin fundur hevur millum partarnar í hálvt ár

Felagið lat sáttmálakrøv inn í september 2020. Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru krøvini hjá pedagogfelagnum merkt av tí (Mynd: pedagogfelagid.fo)

Felagið lat sáttmálakrøv inn í september 2020. Samfelagið var tá sera merkt av koronafarsóttini, og vóru krøvini hjá pedagogfelagnum merkt av tí (Mynd: pedagogfelagid.fo)

2021-05-04 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, týsdagin 4. mai, hava  nevndin í Pedagogfelagnum, samráðingarumboð fyri Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðagevarafelagið sett seg aftur við samráðingarborðið.

Sáttmálan millum partarnar fór úr gildi 1. oktober í fjør, og eingin fundur hevur verið millum partarnar í hálvt ár, hóast samband hevur verið, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu sínari.

- Blekkið er valla tornað í frágreiðingini frá nú fráfarna Búðskaparráðnum, har álvarin er lýstur um tørvin á fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum komandi árini, og, at arbeiðsumstøðurnar á økinum mugu gerast betur fyri at lokka fleiri fólk til.

Sáttmálakrøvini frá Føroya Pedagogfelagið vórðu latin í september í fjør, og tey vórðu merkt av koronustøðuni. Nú eru tíðirnar nakað broyttar, og hetta krevur Pedagogfelagið fer at merkja samráðingarnar, ið nú eru farnar í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder