Innanlands

Samleikin fingið endurnýggjaða altjóða góðkenning

Samleikin lýkur framvegis altjóða krøv til trygd, góðsku og álítandi talgildar tænastur

2026-06-29 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samleikin hevur fingið endurnýggjað sína altjóða ETSI-góðkenning, og tað staðfestir, at Samleikin framvegis lýkur altjóða krøv til trygd, góðsku og álítandi talgildar tænastur, boðar Talgildu Føroyar frá í tíðindaskrivi.

– Endurnýggjaða góðkenningin er ein álitisváttan fyri Talgildu Føroyar og staðfestir, at arbeiðsgongdir og trygdarskipanir hjá Gjaldstovuni framhaldandi samsvara við altjóða viðurkend krøv til álit, trygd, váðastýring og eftirlit.

– Við umleið 52.000 brúkarum og nærum 100.000 innritanum um vikuna er Samleikin ein avgerandi tænasta, sum gevur atgongd til millum annað banka-, heilsu- og borgaratænastur. Tí er tað av stórum týdningi, at tænastan livir upp til ásettu trygdarkrøvini.

Samleikin hevur verið ETSI-góðkendur síðani 2020.

ETSI (European Telecommunications Standards Institute) er ein ES-góðkendur standardiseringsstovnur, sum mennir felags standardir fyri talgildar tænastur, elektroniskar undirskriftir og talgildar samleikar við tí endamáli at styrkja trygd og álit í talgildum samskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder