
Veljarin er als ikki nøgdur við avrikið hjá sitandi landsstýrissamgongu. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fáa ein rættiliga frammaná í veljarakanningini, sum Portalurin kann kunngera í dag.
Samgonguflokkarnir missa ikki færri enn seks tingsessir tilsamans. Hinvegin kunnu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tveireinir skipa nýggja samgongu, enntá við størri meiriluta enn teir tríggir núverandi samgonguflokkarnir hava.
Tað er serliga Javnaðarflokkin, sum tað gongur útyvir í nýggjasstu kanningini.
Úr 9 niður í 5 sessir
Kanningin vísir, at um val var í dag, so hevði Javnaðarflokkurin fingið 14,5 prosent av atkvøðunum, hevði verið fjórðstørsti flokkur, og fingið fimm sessir í løgtinginum. Tað er fýra færri enn nú. Lutfalsliga afturgongdin hevði verið 12,1 prosentstig.
Eisini hinir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, ganga aftur og missa ein tingsess hvør. Tjóðveldi niður í fimm og Framsókn niður í tveir tingsessir.
Tjóðveldi otar seg fram um Javnaðarflokkin, og hevur nú 14,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 2,9 prosent stig í mun til valið í desember 2022.
Framsókn fær 7,3 prosent av atkvøðunum, sum er ein lutfalsliga lítil afturgongd á 0,3 prosentstig, men nóg stór afturgongd til at missa tað síðstvalda tingfólkið sambært hesi kanningini.
Veljararnir flokkast um Fólkaflokkin við Beini Johannsen sum formanni. Triðji hvør veljari sigur seg nú fara at seta krossin við lista A (Mynd: Jens Kr. Vang)
Triði hvør velur lista A
Heilt stóri vinnarin í kanningini er Fólkaflokkurin, sum hevur eina óvanliga stóra framgongd á heili 15,1 prosentstig, úr 18,9 til 34,0 prosent. Tað vil siga, at meira enn triði hvør veljari nú sigur seg fara at velja Fólkaflokkin. Tað er ein søgulig stór undirtøka hjá einum flokki í Føroyum.
34 prosent gevur Fólkaflokkinum triðja hvønn sess í tingsalinum. 11 tingsessir er fimm fleiri enn nú.
Ongantíð fyrr, síðan Portalurin og Spyr.fo fór undir at samstarva um veljarakanningar, hevur ein flokkur fingið so stóra undirtøku, sum Fólkaflokkurin stendur at fáa nú.
Tá tað stóð allarbest til í veljarakanningunum hjá Javnaðarflokkinum undan seinasta vali, kom flokkurin upp á 32,5 prosent í veljarakanning. Tað var í desember 2021. Hesi árini hevur tað eisini einans verið Javnaðarflokkurin, ið hevur fingið oman fyri 30 prosent í veljarakanning.
Fólkaflokkurin vinnur í Havn
Óvanliga stóra undirtøkan hjá Fólkaflokkinum sæst eisini í, at í seinastu veljarakanning hjá Portalinum, sum varð gjørd 13. mars, fekk Fólkaflokkurin 27,0 proent av atkvøðunum. Sostatt er flokkurin gingin fram við heili 7 prosentstigum upp á tveir og ein hálvan mánað – hetta er eisini ein heilt óvanliga stór veljaraflyting upp á so stutta tíð.
Hyggja vit eitt sindur djypri niður í kanningina, so síggja vit, at Fólkaflokkurin nú er nógv tann sterkasti flokkurin í Suðurstreymi/Tórshavnar kommunu, eitt øki, sum annars hevur verið mett sum eitt trupulleiki hjá Fólkaflokkinum.
Fjórði hvør veljari í Tórshavnar kommunu sigur seg nú fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum, sostatt er flokkurin tvífaldaður í høvuðsstaðarøkinum í mun til seinasta, har tað eisini er Javnaðarflokkurin, sum er stóri taparin.
Og í restini av landinum eru tað yvir 40 prosent, sum fara at seta krossin fyri Lista A.
Sambandið minkandi undirtøku
Nýggjasta veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum 22,2 prosent av atkvøðunum og 8 tingfólk, eitt meir enn í løtuni. Tað er ein framgongd á 2,3 prosentstig í mun til seinasta val og ein tingsess meira.
Her er vert at leggja til merkis, at hóast Sambandsflokkurin hevur ligið støðugt á 8 tingsessum tær seinastu kanningarnar, so gongur flokkurin nú aftur í mun til tær báðar undanfarnu kanningarnar, tá undirtøkan hevur verið 23 prosent og omanfyri.
Teir smáu vaksandi undirtøku
Miðflokkurin stendur í nýggjastu kanningini at fáa 5,9 prosent av atkvøðunum, sum er ein afturgongd á 0,6 prosentstig í mun til seinasta val, og flokkurin varðveitir sínar tveir tingsessir.
Hóast báir teir smáu flokkarnir á tingi ganga eitt sindur aftur í mun til seinasta val, so standa bæði Framsókn og Miðflokkinum seg nú rættiliga væl betri, enn teir hava gjørt í undanfarnu kanningum. Í seinasstu kanning fekk Framsókn 4,9 og Miðflokkurin 4,6 prosent.
So núverandi undirtøkanupp til ávikavist 7,3 og 5,9 prosent er ein lutfalsliga stór framgongd.
Sjálvstýri hinvegin, hevur ongantíð ligið so lágt sum nú. Tað eydnaðist Spyr.fo at finna so mikið av sjálvstýrisveljarum hesaferð, at tað svarar til 1,2 prosent. Tað er tað lakasta, sum flokkurin hevur fingið í kanning íðan 2018.
500 fólk vórðu mánakvøldið spurd um hvønn flokk tey fóru at velja. Heili 15 prosent av teimum spurdu høvdu ikki tiki støðu, 3,3 prosent søgdu, at tey fóru at atkvøða blankt og 1,2 prosent søgdu, at tey ikki fóru á val. Óvissan í kanningini er upp í 3,5 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald