Uttanlands

Sameint Russland 57 prosent av atkvøðunum

Tjóðartingsval hevur verið í Russlandi um vikuskiftið, og ikki óvæntað varðveitir Sameint Russland meirilutan.

Val hevur m.a. verið í ukrainska landslutinum Donetsk (Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix)

Val hevur m.a. verið í ukrainska landslutinum Donetsk (Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-09-21 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ikki óvæntað gjørdist flokkurin Sameint Russland vinnari av russiska tjóðartingsvalinum um vikuskiftið.

Eftir at 95 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, stendur flokkurin til at hava fingið 57,83 prosent av atkvøðunum, skriva altjóða miðlar.

Sameint Russland er kent sum flokkurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, hóast hann ikki alment er partur av flokkinum longur. Hann var formaður í flokkinum frá 2008 til 2012, meðan núverandi formaðurin, Dmitrij Medvedev var forseti.

Hetta er fyrsta russiska tjóðartingsvalið, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022.

Seinasta tjóðartingsval var í 2021, og tá fekk Sameint Russland 49,8 prosent av atkvøðunum.

450 limir skulu veljast í russiska undirhúsið, Duman, og Sameint Russland stendur til at hava fingið 355 av 450 sessum og varðveitir harvið meirilutan.

Bert flokkar, sum stuðla Putin og russisku innrásina í Ukraina fingu loyvi at stilla upp á valinum.

Umframt í Russlandi varð val m.a. eisini hildið á Krim-hálvoynni, sum Russland hertók frá Ukraina í 2014, og í fýra ukrainskum landslutum - Donetsk, Luhansk, Zaporizjzja og Kherson - sum Russland hertók í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder