Innanlands

Sambýlið í Birtulíð bjóðað út

Landsverk bjóðar vegna Almanna- og bústaðamálaráðið út byggingina av nýggjum sambýli í Miðvági til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum – Væntað verður, at byggingin kann vera liðug og klár at taka í nýtslu í 2029

2026-07-08 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsverk bjóðar vegna Almanna- og bústaðamálaráðið út byggingina av nýggjum sambýli í Miðvági í heildararbeiðstøku. Sambýlið fer at kallast Sambýlið í Birtulíð og er til virksemi hjá Almannaverkinum.

Verkætlanin fevnir um prosjektering og bygging av einum sambýli við 12 íbúðum, býttar í tvær búeindir við seks íbúðum í hvørjari eind. Umframt íbúðirnar fevnir byggingin um felagsøki, starvsfólkaøki og uttanumøki.

Sambýlið skal skapa tryggar, heimligar og virðiligar karmar fyri gerandislívið hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Dentur verður lagdur á at skapa eitt varandi heimi við góðum karmum fyri bæði privatlívi og sosialum felagsskapi. Samstundis verður dentur lagdur á haldgóðar og varandi loysnir, sum eru rakstrarvinarligar og fíggjarliga skynsamar.

Tilboðini skulu latast inn 7. oktober 2026. Eftir at tilboðini eru mett, verður heildararbeiðstakari valdur og síðani politisk viðgerð.

Almanna- og bústaðamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder