Innanlands

Samband er aftur millum KAF og Heilsuhjálparafelagið

Umboð hava sitið saman við Semingsstovninum seinnapartin

Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. - Tvey úr hvørjum parti fara á fundin at tosa um tað, sum vit eru ósamd um, og um møguleiki er at gera eitt semingsuppskot, segði hon í stuttari viðmerking við KVF í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2026-06-09 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlari viku síðani vrakaðu Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) eitt semingsuppskot frá Semingsstovninum.

Síðani hevur ikki veruligt samband verið millum partarnar og ongar samráðingar, men Kringvarpið skrivar, at klokkan 13 fóru tvey umboð fyri hvønn part á fund við Semingsstovnin. 

Ein roynd at gera nýtt semingsuppskot er endamálið. Tað er óvist enn, hvat er komið fram í dag, og um nakað nýtt er komið á borðið.

Uppskotið var at gera nýggjan eitt-ára sáttmála, men partarnar høvdu hvør sínar trupulleikar við innihaldinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder