Uttanlands

Samanstoytur í rúmdini í nátt

Nasa hevur sent eitt rúmdarfar út fyri at broyta kósina á eini smágongustjørnu - asteroidu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-26 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað yvir midnátt í nátt fer eitt amerikansk rúmdarfar at renna saman við eina smágongustjørnu – asteroidu – 11 milliónir kilometrar frá jørðini.

Talan er um eina royndarverkætlan, sum hevur kostað næstan 330 milliónir dollarar, svarandi til 2,5 milliardir krónur. Endamálið er at skumpa gongustjørnuna, so at kósin verður broytt eitt sindur.

Verkætlanin kallast DART (Double Asteroid Redirection Test), og tað er amerikanski rúmdarfelagsskapurin, Nasa, sum skipar fyri.

Ikki tí, at gongustjørnan hevur kós móti jørðini, og at nakar vandi er fyri, at hon skal raka jørðina.

Talan er um eina roynd fyri at gera okkum klókari uppá, hvussu vit skulu handfara lutir í rúmdini, sum hava kós móti jørðini, skrivar dr.dk.

- Hetta er fyrsta royndin at finna útav, um vit við at skumpa eina smágongustjørnu, kunnu broyta kósina, so hon ikki rakar jørðina, sigur Line Drube, stjørnualisfrøðingur og phd. á DTU Space við dr.dk. Hon hevur granskað í, hvussu vit kunnu verja jørðina móti lutum uttan úr rúmdini.

Samanstoyturin í nátt verður avmyndaður av einum lítlum fylgisveini, ið er koplaður frá rúmdarfarinum, so at vit eisini fáa høvi at síggja myndirnar.

Stroyming sæst her:

Asteroidan, sum eitur Dimorphos, hevur ein diametur, ið er mettur at vera millum 120 og 180 metrar.

Ein rúmdarklettur at hesi støddini kann saktans leggja ein stórbý í oyði, um hann rakar jørðina.

- Vit plaga at siga, at spreingiholið rundan um ein slíkan rúmdarstein er umleið 20 ferðir størri enn sjálvur steinurin. Men økið, ið ávirkast av av brestinum er nógvar ferðir størri, orsaka av øllum tilfarinum, ið verður blást upp og sjálvari trykkbylgjuni og eldkúluni, greiðir Line Drube frá.

Tíbetur hendir tað ikki so ofta, at slíkir klettar raka jørðina. Sambært danska serfrøðinginum hendir tað einaferð fyri hvørji umleið 5.000 ár.

Line Drube forvissar um, at tað eru ongar stórar og oyðileggjandi asteroidir á veg móti jørðini, eins og tann, sum í síni tíð týndi allar dinosaurar á jørðini. Her er talan um himmallikam, sum eru yvir ein kilometur stór.

Men tað eru nógvir smærri klettar úti í rúmdini, og jú smærri teir eru, tess færri eru skrásettir.

Hóast smáir rúmdarsteinar ikki eru so vandamiklir, kunnu teir gera stóran skaða.

Í 2013 rakti ein rúmdarsteinur sum var 18 metrar í diametur ein milliónabý í Russlandi. Trýstið frá spreingini knústi rútar í fleiri túsund bygningum og fleiri hundrað fólk endaðu á sjúkrahúsi orsaka av skaða frá glasbrotunum.

Granskarar halda, at Dimorphos er tað, tey kallað ein leysbundin ateroida. Tað merkir, at talan er um eina rúgvu av smærri pettum, ið halda saman, frá eini asteroidu, ið fyrr er knúst.

- Tyngdarmegin heldur saman upp á pettini. Men tyngdarmegin er veik. Men harvið er tað eisini ilt at vita, hvussu Dimorphos fer at uppføra, tá hon verður rakt, sigur danski granskarin.

Samanstoyturin verður væntandi klokkan 14 minuttir yvir midnátt í nátt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder