Leygarkvøldið varð fagnaður hildin fyri Sámal Ravnsfjall — og hvat kundi verið meira hóskandi enn ein útikonsert við Sámal uppi í Húsi í Miðvági, júst har hann vaks upp?
Húsabrekkublues.
Nógv fólk vóru savnaði til eina serliga løtu, tá Vága kommuna handaði Sámal Ravnsfjall heiðursbræv fyri sítt lívslanga virki innan føroyskan tónleik.
Húsabrekkublues-konsertin var partur av mentanarmánaðinum Undurfagra mai, har náttúra, mentan og felagsskapur ganga hond í hond kring alla kommununa.
Kvøldið var merkt av nærveru, tónleiki og góðum søgum. Teir ungu í bólkinum Grótbrotið og Lovisa framførdu nakrar sangir, áðrenn eldri beiggi Sámal, Jógvan Ravnsfjall, hugleiddi um uppvøksturin uppi í Húsi og um lívið og tónleikin hjá Sámal gjøgnum árini.
![]()
(Mynd: Krutl / Jonas G. Rossum)
Borgarstjórin, Bjarni Prior, helt eisini røðu, har hann tosaði um tann stóra týdningin, Sámal hevur havt fyri føroyskt tónleikalív gjøgnum meira enn hálva øld. At enda handaði hann Sámal eitt heiðursbræv fyri lívslangt virki, blómutyssi og eitt steyp vegna Vága kommunu.
Kvøldið endaði við konsert, har Sámal sjálvur fór á pall saman við bólki.
Tá sangir sum “Á trappuni hjá Lenu”, “1001 nátt” og “Húsabrekkublues” vórðu framførdir, sást týðiliga, hvussu stóran týdning tónleikurin hjá Sámal framvegis hevur fyri fólk. Fjøldin sang við, og fleiri ættarlið vóru savnað til eina løtu, har tónleikur, minnir og felagsskapur gingu hond í hond.
Í røðuni hjá borgarstjóranum varð Sámal lýstur sum fyrsti føroyski trubadururin og eitt verkamannaskald, sum hevur givið føroyska gerandisdegnum orð og tónar.
– Tað kennist næstan, sum um vit øll eiga ein lítlan part av sangunum hjá Sámal. Vit eru fleiri ættarlið, sum eru vaksin upp við teimum. Og hetta er eisini nakað, vit hava tosað um og ætlað at gjørt í langa tíð, segði Bjarni Prior, borgarstjóri.
Við heiðranini ynskti Vága kommuna at takka Sámal Ravnsfjall fyri tað stóra íkastið, hann hevur givið føroyskum tónleiki og føroyskum mentanarlívi gjøgnum eitt heilt lív.
Fleiri myndir her: Húsabrekkubues (Facebook)
og her: JN.fo: Nógv fólk til Húsabrekkublues
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald