Mentan

Sámal Petersen í Havnar kirkju

Matiné verður klokkan 11.30, har violintónleikur verður á skránni

2022-06-04 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Tá fer violinleikarin, Sámal Petersen at spæla.

Sámal er kendur violinleikari, útbúgvin á konservatorium í Danmark, konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri og lærari í Tórshavnar musikkskúla.

Konsertin í dag er ein solokonsert, har Sámal einsamallur fer at spæla í ein góðan hálvan tíma, verður sagt í tíðindaskrivi.

Á skránni er trý tónleikverk av kenda italska violinleikaranum og tónasmiðinum Nicolo Paganini. Øll trý verkini hava navnið Caprice – og hava hvør sítt nr. Tónleikaliga er ein Caprice eitt stykki eftir einum fríum leisti, ofta sera livandi, skjótt, intenst og virtuost.

Sámal fer eisini at spæla stykkið “Álvarann” av Kristian Blak og “Afturundirgerð” av Kára Bæk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder