placeholder
Mentan

SAKARIS við nýggjum staklag

Sangurin kallast Cluster Bomb

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-20 13:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýtt føroyskt staklag er í dag útgivið og saman við tí er eisini útgivið sjónband.

Talan er um sangin Cluster Bomb eftir SAKARIS. SAKARIS skrivar á facebookvanga sínum, at tað er Sakaris Emil Joensen, sum hevur gjørt sjónbandið.

Sangurin er sum vit kenna frá SAKARIS ein lættur elektroniskur pop sangur.

Sjónbandið er tikið upp í Berjabrekku í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder