Mentan

Sakaris roynir nakað heilt nýtt

Sakaris gleðir seg til eina øðrvísi konsert á Summar Festivalinum í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-07 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld spælir Sakaris í Tjaldinum á Summar Festivalinum, og tað verður ein heilt serlig framførsla. Hann fer nevniliga at spæla konsertina saman við tónleikabólkinum Gø.

Vanliga eru framførslurnar hjá Sakarisi í stóra mun elektroniskar, men hesa ferð verður framførslan saman við tónleikabólki. Tí fara kendir sangir "Allarbesti", "Aalborg", "Magical Bag of Fun", "Tramin" og aðrir at ljóða nakað øðrvísi.

– Eg spældi á Summar Festivalinum í fjør. Sama dag, sama stað og somu tíð, sum eg spæli í ár, so eg vildi gera okkurt øðrvísi hesaferð. Eg ringdi til mínar góðu vinir í bólkinum Gø og spurdi, um teir vildu spæla undir hjá mær. So eg fari fyri fyrstu ferð nakrantíð at framføra allan tónleikin saman við einum live-band, sigur Sakaris.

– Vit hava vant, tað ljóðar feitt, og eg gleði meg sera nógv til framførsluna. Tað verður ein veitsla, og kanska kemur onkur serligur gestur á pallin at framføra onkur kend tøkuløg saman við mær, sigur Sakaris og sipar helst til, at Guðrið Hansdóttir luttekur á endurinnspælingum av sangum sum "Frøknur" og "Stjørnuskot".

Konsertin hjá Sakaris verður í Tjaldinum á Summar Festivalinum í kvøld kl. 23:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder