Danska Safri Duo fer at framføra á Oy Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í Havn 27. juni 2026.
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í dag.
– Danska duo’in er eitt av teimum mest sermerktu nøvnunum á norðurlendska tónleikapallinum – og nú eru teir klárir at seta futt í hjartað í Havn.
Safri Duo varð stovnað í 1988 av Uffe Savery og Morten Friis. Upprunaliga vóru teir kendir sum ein klassisk duo við framúr spælistíli og stórari virðing á altjóða tónleikapallinum. Við útbúgving frá konservatorii og klassiskari tyngd hava teir skapt eitt ljóð, sum bæði er tekniskt knívskorið og bygt til stórar festivalpallar. Men kring aldarskiftið tóku teir eitt stig, sum broytti alt.
Við “Played-A-Live (The Bongo Song)” fingu Safri Duo eitt altjóða gjøgnumbrot, sum sendi teir beint inn á dansipallin kring Evropa. Lagið gjørdist eitt av teimum heilt stóru hittunum í byrjanini av 00’unum og staðfesti duo’ina sum eitt av teimum mest eyðkendu donsku nøvnunum á altjóða pallinum.
– Tað verður trummur, beat og Voxbotn-stemningur, tá Safri Duo kemur til OY Voxbotn 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald