
Tá fronsku forsetahjúni skuldu fara úr flogfarin, og forsetin sást í hurðaopinum, sæst hvussu ein reyðklæddur armur langar út móti andliti hansara, so hann má halla seg afturá.
Emmanuel Macron, forseti, tykist lata sum um einki hendi, og rættir hondina upp í eini heilsan til onkran uttan fyri flogfarið. Tá hann seinni, á trappuni uttan fyri flogfarið, rættir armin móti Brigitte Macron sær tað út til, at hon ikki vil lata við seg koma.
Tey ganga oman gjøgnum landgongdina uttan at nerta hvørt annað.
Hendingin fór fram í gjár á flogvøllinum í vjetnamesiska høvuðsstaðnum, Hanoi, tá forsetahjúnini komu á almenna vitjan. Vjetnam var fyrsti støðgurin av fleiri á ferðini í Útsynningsasia.
Filmsklippið hevur fingið bein at ganga á á netinum, sesrliga av síðum, sum ikki hóva franska forsetan. Fyri nøkrum døgum síðani sást eitt annað filmsklipp av franska forsetanum, sum sáddi illgruna um, tað var ein posi við hvítum pulvuri, sum hann royna at fjala í lummanum.
Í dag hevur Macron gjørt viðmerkingar til hendingina fyri journalistum í Hanoi.
Hann noktaði fyri, at talan var um nakað slag av hjúnabandsósemju og segði at hann og konan bara “skemtaðu runt, sum tey ofta plaga at gera”.
Hann sipaði eisini til hin filmin og slatursøgur um at hann skal hava verið í bardaga við turkiska forsetan. Kallaði hetta fyri falstíðindi.
- Onki av hesum er satt. tit kunnu taka tað heilt róligt, segði Emmanuel Macron.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald