Uttanlands

Russland vil hava nýggjan fund við Ukraina mánadagin

Tað sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, og sambært ukrainska verjumálaráðharranum eru ukrainar sinnaðir at fara undir nýggjar samráðingar

Sergej Lavror, russiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

Sergej Lavror, russiskur uttanríkismálaráðharri (Mynd: EPA)

2025-05-29 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland vil hava fleiri samráðingar við Ukraina í Istanbul, sigur russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov.

Skotið verður upp, at næsta samráðingarumfarið verður mánadagin 2. juni.

Fyrr í hesum mánaðinum hittust umboð fyri Russland og Ukraina til samráðingar í turkiska býnum Istanbul, har partarnir bert samdust um eitt - at býta um 1.000 krígsfangar, og stóra fangabýtið varð avgreitt farna vikuskifti.

Lavrov sigur, sambært Ritzau, at Russland hevur orðað eitt upprit, sum tekur hond um tað, sum sambært russum eru grundleggjandi orsakir til stríðið millum Russland og Ukraina. Russar eru til reiðar at leggja hetta fram fyri ukrainum.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov sigur, at ukrainar eru sinnaðir at fara undir eitt nýtt samráðingarumfar og hoyra treytirnar hjá Russlandi.

Fundurin í Instabul fyrr í hesum mánaðinum var tann fyrstu ferð í trý ár, at russar og ukrainar hittust til beinleiðis samráðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder