Uttanlands

Russland rýmdi av fundi í ST-trygdarráðnum

- Skuldsetir ES-forsetan fyri at lúgva um russisk brotsverk undir innrásini í Ukraina

Russiski ST-sendiharrin vildi ikki vera sitandi á fundinum í Trygdarráðnum (Savnsmynd: EPA)

Russiski ST-sendiharrin vildi ikki vera sitandi á fundinum í Trygdarráðnum (Savnsmynd: EPA)

2022-06-07 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski ST-sendiharrin, Vassilij Nebenzia, rýmdi í gjár av fundinum í trygdarráðnum hjá ST eftir at ES-forsetin, Charles Michel, í eini røðu til tey 15 limalondini í trygdarráðnum skuldsetti Russland fyri at vera orsøk til heimsumfatandi matvørukreppuna.

Michel skuldsetti í røðuni eisini russiskar herdeildir fyri at fremja krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini í Ukraina, skrivar Ritzau.

Ítøkiliga nevndi hann frágreiðingar um kynsligan harðskap, sum var eitt av evnunum á fundinum, og lýsti russisku framferðina í Ukraina sum “ein taktikkur við píning, yvirgangi og kúgan”.

Fyrr á fundinum hevði Vassilij Nebenzia staðiliga víst aftur allar ákærur um kynsligan harðskap frá russiskari síðu, og fordømdi hesar útsøgnir sum verandi lygnir.

Tá hann rýmdi mitt undir røðuni hjá Michel, sagði Nebenzia við Ritzau:

- Eg kundi ikki verða sitandi orsaka av lygnunum, sum Charles Michel kom higar at spjaða.

Michel vendi sær beinleiðis til Nebenzia, tá hann fór af fundi í salinum har Trygdarráðið vanliga heldur sínar fundir, og segði:

- Tú rýmir kanska, tí tað tað møguliga er lættari ikki at lurta eftir sannleikanum.

Eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar, eru prísirnir á serliga korni, matolju og tøðum hækkaðir við nógvari ferð.

Russland og Ukraina standa fyri nærum einum triðingi av heimsins framleiðslu av hveiti. Russland er eisini stórur útflytari av tøðum, meðan Ukraina hevur stóran útflutning av sólkjarnuolju og maisi.

- Latið okkum vera ærlig. Kreml brúkar matvøruveitingarnar sum eina ósjónliga bumbu mótvegis menningarlondunum. Russland hevur einsamalt ábyrgdina av hesi matvørukreppuni, segði Charles Michel, meðan Nebenzia framvegis sat á fundinum.

ST roynir at finna eina avtalu við Russland, so tað verður møguligt hjá Ukraina at taka útflutningin av landbúnaðarvørum uppaftur. Russisk herflotaskip hava síðan innrásina forða fyri sigling til ukreinsku havnirnar við Svartahavið, har eitt nú hveiti verður útskipað.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skal eftir ætlan vitja Turkaland í morgin fyri at tosa um møguleikarnar fyri at geva Ukraina møguleika fyri at endurtaka kornútflutningin, skrivar Ritzau.

Russland er saman við USA, Kina, Fraklandi og Stórabretlandi fastur limur í ST-trygdarráðnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder