
Fríggjadagin hittust umboð fyri Russland og Ukraina til samráðingar í turkiska býnum Istanbul fyri fyrstu ferð síðan 2022.
Á fundinum samdust partarnir um leyslating av 2000 krígsfangum - 1000 frá hvørjari síðu.
Tað upplýsir Rustem Umerov, verjumálaráðharri í Ukraina, og upplýsingarnar verða eisini váttaðar av Russlandi, skrivar Ritzau.
Ukraina og Russland hava javnan býtt um krígsfangar undir krígnum, sum byrjaði í februar 2022. Tað er eitt av fáu økjunum, har londini hava samstarvað.
Umerov sigur, at Ukraina leggur dent á at fáa eina vápnahvíld í lag. Vladimir Medinskilj, sum er partur av russisku sendinevndini, sigur, at russar eru sum heild væl nøgdir við fundin og ynskja at varðveita samskiftið.
Hann sigur, at partarnir eru samdir um, at hvør partur leggur fram teirra ynski fyri einari møguligari vápnahvíld, og síðani kunnu samráðingarnar verða tiknar uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald