Uttanlands

Russland fyrireikar seg til hópkoppsetan í heyst

Russland ger í løtuni royndir við tveimum koppingarevnum móti korona, og væntar russiski heilsumálaráðharrin, at tey eru til reiðar at hópkoppseta fólk í oktober

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-01 16:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland fyrireikar seg nú til at hópkoppseta fólk móti koronavirusinum í oktober, sigur russiski heilsumálaráðharrin, Mikhail Murasjko, sambært russisku tíðindastovuni Ria.

Hann leggur afturat, at læknar og lærarar verða teir fyrstu, sum sleppa framat at verða koppsett.

Einki verður tó upplýst um sjálvt koppingarevnið, sum tey ætla at brúka.

Í vikuni varð boðað frá, at ein rannsóknarstovnur hjá russiska statinum var byrjaður at gera royndir við einum møguligum koppingarevni. Sum partur av royndini vórðu fimm fólk koppsett mánadagin, og tilsamans fara væntandi 100 fólk at luttaka í royndunum av koppingarevninum.

Talan er um seinna russiska koppingarevnið, sum verður roynt á menniskju, skrivar Ritzau. Í juli endaðu fyrstu royndirnar hjá Gamaleija-rannsóknarstovninum, og fer stovnurin væntandi at gera fleiri, meira umfatandi, kanningar í august.

Ein ónevnd kelda hevur í vikuni sagt við Reuters, at eit russiskt koppingarevni væntandi verður góðkent í august, og síðani skal tað brúkast at koppseta starvsfólk á heilsuøkinum.

Eisini amerikanski miðilin CNN hevur í vikuni skrivað, at Russland væntandi fer at góðkenna heimsins fyrsta koppingarevni móti korona um minni enn tvær vikur. CNN sigur seg vita frá russiskum keldum, at mann vónar at góðkenna koppingarevnið frá Gamalija-rannsóknarstovninum áðrenn 10. august.

Koppingarevnið byggir á eitt annað koppingarevni móti øðrum sjúkum, og tí var tað skjótt at menna. Tó er Russland ikki komið við nakrari vísindaligari frágreiðing um koppingarevnið, og er tað sostatt ógreitt, hvussu væl tað riggar, og hvussu trygt tað er.

placeholder
placeholder