Innanlands

Rúsan flutt í nýggj snotilig høli í Trongisvági

Tíðin var komin at finna eitt nýtt stað til Rúsuna, sigur Rógvi Andrias Fossadal. Rúsan í Suðuroynni lat í gjár upp nýggjum hølum

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2020-09-10 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rúsdrekkasøla Landsins lat í gjár á fyrsta sinni dyrnar upp fyri almenninginum, í nýggjum snotiligum hølum í Trongisvági. Nýbygningurin, ið MTV-Byggivirkið eigur og hevur bygt, hýsir Rúsuni í eystara enda.

Hølini eru ljós og innbjóðandi og tað er týðiligt, at her er hugsað um, at tann vitjandi skal kenna seg væl. Her er sera rúmligt, høgt til loftið og vørurnar væl skipaðar. Nú Rúsan lat upp, var almenn móttøka og stjórin í Rúsdrekkasølu Landsins,

Rógvi Andrias Fossadal, stjóri í Rúsuni, sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at tíðin var komin til at finna eitt nýtt stað til Rúsuna. Gamli bygningurin var ikki nøktandi til tær framtíðarætlanir, ið Rúsan hevði sett sær sum mál. Leitað hevur verið í fleiri ár, til eina nýggja staðseting og sambært stjóranum, so er nýggja staðsetingin júst tað, ið leitað hevur verið eftir.

- Vit hava ikki leitað eftir aðrari staðseting enn í Tvøroyrar kommunu. Her er samferðsluhavnin og tann mesti trafikkurin í oynni og tí er tað høgligast hjá Rúsdrekkasøluni at hava heimstað her, sigur Rógvi Andrias Fossadal.

Atkomumøguleikarnir eru sera góðir hjá kundunum og frástøðan til samferðsluhavnina á Krambatanga, er framvegis stutt.

- Vit hava alla tíðina verið við í byggiprosessini og hava havt møguleika at seta okkara fingramerki á bygningin”, segði Rógvi. Hann nevndi millum annað at hann beinanvegin ynskti eystara enda av bygninginum. Tað komst beinleiðis av royndunum við gamla bygninginum, har inngongdin var vestaru megin. Nú vendir inngongdin eystureftir og harvið ikki móti ringastu ætt á staðnum. Við nýggju hølunum er betrað um viðurskiftini hjá kundunum og starvsfólkunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder