Uttanlands

Rúmdarfarar komin fram í øllum góðum

Fyrsta ferðin, at ein rakett hjá SpaceX hevur sent heila manning út á ISS-rúmdarstøðina

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-17 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra rúmdarfarar frá felagnum SpaceX fyritøkuni eru komiun fram til altjóða rúmdarstøðina ISS í øllum góðum. Tey skulu vera har úti til einaferð í vár.

Hesum boðar amerikanski rúmdarmyndugleikin, Nasa, frá sambært AP tíðindastovuni.

Rúmdarfararnir, trý úr USA og ein úr Japan, verða tá avloyst av einum nýggjum liði frá einum Dragon rúmdarfari.

Hareftir verða tað SpaceX og Boeing, sum upp á skift skulu flyta rúmdarfólk til og frá støðini fyri Nasa.

Hetta er onnur rúmdarferðin hjá SpaceX, men hetta er fyrsta ferðin, at fyritøkan hevur flutt eina heila manning, sum skal vera burtur í eitt hálvt ár. Ein royndarferð við tveimum rúmdarfarum fyrr í ár, vardi í tveir mánaðir.

Crew Dragon-rúmdarfarið fór av Kennedy Space Center mánanáttina og varð knýtt at rúmdarstøðini 27 tímar seinni, skrivar AP. Við umborð vóru amerikanararnir Victor Glover, Mike Hopkins og Shannon Walker og Soichi Noguchi úr Japan.

Eftir tveir tímar umborð, fingu fólkini umborð svøvn í átta tímar, sum ætlað, áðrenn tey vórðu vakt til tónarnar av “In the Air Tonight” hjá Phil Collins.

SpaceX er eitt privat rúmdarfelag, sum milliardingurin Elon Musk eigur. Talan er um saman mann, sum stendur fyri framleiðsluni av ravmagnsbilunum tesla.

Rúmdarferðin er eitt samstarv millum Nasa og SpaceX. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder