Uttanlands

Rudy Guiliani sleppur ikki at arbeiða sum advokatur í New York

Guiliani, sum er fyrrverandi ráðgevi og advokatur hjá Donald Trump, hevur fleiri ferðir hildið uppá, at Trump tapti forsetavalið orsakað av valsvik

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-25 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi ráðgevi og advokatur hjá Donald Trump, Rudy Giuliani sleppur ikki longur at arbeiða sum advokatur í New York. Tað hevur ein dómstólur í amerikanska statinum gjørt av.

Orsøkin er, at 77 ára gamli Giuliani fleiri ferðir hevur hildið uppá, at Donald Trump tapti amerikanska forsetavalið í 2020 orsakað av valsvik. Rætturin helt, at hann kom við følskum og misvísandi útsøgnum, skrivar Ritzau.

Rudy Guiliani hevur eina langa yrkisleið sum advokatur. Hann gjørdist fyrst kendur í 1980unum, og í 1993 varð hann valdur til borgarstjóra í New York City, og fýra ár seinni varð hann afturvaldur. Í 2008 royndi hann eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum. Síðani hevur hann verið ein trúgvur stuðul hjá Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder