Mentan

Ruðuleiki tá Koks skuldi lata upp

Dokumentarurin "The Most Remote Restaurant in The World" er tøkur á Viaplay. Hann lýsir hurlivasan dagarnar áðrenn Michelin-matstovan læt upp í Ilimanaq

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-02 08:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dokumentarurin The Most Remote Restaurant in The World gjørdist í gjár tøkur á stroymingartænastuni Viaplay.

Filmurin sum er beint undir hálvan annan tíma langur fylgir Koks toyminum - serliga høvuðskokkinum Poul Andrias Ziska - tá Michelin-matstovan í fjørsummar læt upp í grønlendsku bygdini Ilimanaq.

Og tað gekk ikki bara væl. Satt at siga heilt illa. Uppskot til matskrá verður gjørt í Føroyum, men tá Koks-toymið kemur til fjarskotna Ilimanaq ellivu dagar áðrenn upplatingina hópa trupulleikarnir seg upp.

[object Object]Høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska, frammanfyri Koks-matstovuna í Ilimanaq

Køkurin, sum er bygdur upp við síðurnar av matstovuhølunum, var ongan veg komin níggju dagar áðrenn upplating. Streymur og vatn eru eisini ein stórur trupulleiki, og hetta kemur ikki uppá pláss fyrr enn beint áðrenn fyrstu gestirnir koma.

Dagarnir áðrenn upplatingina verður í fleiri førum umrøtt at avlýsa fyrstu gestirnar, og høvuðskokkurin sigur eisini einaferð, at hann vónar ikki at gestirnir, sum koma, hava skil uppá mat - hetta tí, at hann ikki væntar at klára at gera nakað gott við givnu umstøðunum.

Men Koks letur til alla lukku upp til tíðina, og fyrstu gestirnir koma. Bygdarráðsformaðurin Ilimanaq  Ove Villadsen og kona hansara eru millum fyrstu gestirnar, og nøgdsemið er í topp - hjá øllum gestunum, tykist tað sum.

Eisini eigarin Johannes Jensen er millum fyrstu gestirnar og hann stórfegnast um úrslitið.

Ein til tíðir dramatiskur dokumentarur, sum lýsir ruðuleika og ørkymlan tá ein matstova í heimsflokki skal lata upp í einari lítlari bygd í Vesturgrønlandi.

The Most Remote Restaurant in The World sæst á Viaplay.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder