Innanlands

RTS Contractors selt til byggifyritøkuna P/F MT Højgaard Føroyar

MT Højgaard hevur keypt 80 prosent av partabrøvunum í RTS Contractors – Handilin er treytaður av góðkenning frá Kappingarráðnum

Mynd: RTS Contractors

Mynd: RTS Contractors

2021-02-05 07:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Byggifelagið RTS Contractors hevur fingið nýggjan eigara. P/F MT Højgaard Føroyar hevur keypt 80 prosent av partabrøvunum og sær RTS sum ein týdningarmiklan lið í framtíðar vøkstrinum, bæði í Føroyum, Grønlandi og øðrum altjóða marknaðum.

Aftaná at hava arbeitt hart í 23 ár, hava brøðurnir Svend og Andrias Lamhauge selt høvuðspartin av teirra lívsverkið til P/F MT Højgaard Føroyar. Brøðurnir hava selt 80 prosent av partabrøvunum í teirra felagið, RTS Contractors, sum teir stovnaðu í 1997.

Brøðurnir varðveita sjálvir tey 20 prosentini av partabrøvunum sum eru eftir og teir halda eisini framm við at standa á odda fyri fyritøkuni.

– Frá degi til dags er okkara gerandisdagur óbroyttur. Men nú MT Højgaard eru vornir eigarar, so fáa vit heilt aðrar stategiskar møguleikar í samband við framtíðar vøkstur, sum ger tað møguligt fyri okkum at bjóða uppá nógv størri annleggsverkætlanir. Vit kunnu bjóða uppá høvuðs- og heildararbeiðstøkur saman við MT Højgaard og bert við at gera annleggsuppgávir fyri MT Højgaard her heima og í Grønlandi, kunnu vit varðveita okkara vøkstur, sigur Andrias Lamhauge, fyrisitandi stjóri í RTS Contractors. Av uppgávum sum RTS hevur verið við til at útinna tey seinastu árini kunnu millum annað nevnast IRF í Leirvík, Urd í Hoyvík, SEV í Tórshavn og í løtuni eru teir ígongd við at gera barnagarðin Gjáir í Gøtu.

Pappír uppá samstarv

RTS og MT Højgaard arbeiddu saman fyrstu ferð í 2007, á eini námverkætlan í Grønlandi. Síðani tá hevur RTS gjørt sera nógvar uppgávir fyri MT Højgaard, bæði í Føroyum og uttanlanda. Seinasta uppgávan uttanlanda, var ATS-sporið millum Kangerlussuaq og Sisimiut í Grønlandi síðsta summar, hetta arbeiði kemur eisini at halda fram komandi summar. Nógv starvsfólk í RTS kunnu gleða seg til enn eitt summar í Grønlandi, har eisini flogvallarbygningurin í Nuuk og eitt nýtt skúlaheim skal byggjast.

– RTS hevur verið ein góður samstarvsfelagi í nógv ár og eg eri glaður fyri at vit nú fáa pappír uppá okkara viðurskifti. RTS hava altíð verið dugnaligir at leggja arbeiðið til rættis, teir hava skil á logistikkinum og teir hava roynd og dugnalig fólk. Tað eru fyritreytirnar fyri at koma á mál við verkætlanunum, tá vit arbeiða undir arktiskum viðurskiftum, sigur Jóannes Niclassen, sum er fyrisitandi stjóri í bæði MT Højgaard Føroyar og MT Højgaard Grønland og sum sjálvur er føroyingur.

Standa sjálvir fyri øllum pørtum av byggimannagongdini

Higartil hevur MT højgaard brúkt undirverktakarar til annleggsverkætlanir í Grønlandi og Føroyum. Tað eru nógvar byggiætlanirnar í gongd í løtuni, hetta ger at tað er trupult at fáa til vegar starvsfólk, gera tíðarætlanir og rokna prísir. Jóannes Niclassen hevur tí leingi havt áhuga í at MT Højgaard skuldi fáa til vega egnar annleggsførleikar, soleiðis at MT Højgaard kunnu standa fyri øllum pørtum av byggimannagongdini sjálvir.

– Vit fara at fáa brúk fyri nógvum dugnaligum fólkum tey næstu árini og vit meta, at nú vit hava keypt RTS, so hava vit tryggjað okkum atgongd til teir førleikarnar innan annlegg, sum vit hava brúk fyri í sambandi við okkara altjóða vøkstur í framtíðini, sigur hann.

Eru partur av MT Højgaard á jøvnum føti við hinar deildirnar

MT Højgaard International, sum RTS framm yvir hoyrir undir, arbeiður ikki bert í Norðuratlantshavi, men eisini millum annað í Maldivoyggjunum og í Afrika. Men fyribils skulu starvsfólkini tó ikki pakka kuffertið til sól og hita.

– RTS verður partur av okkara deildum á jøvnum føti, og serkunnleikin hjá starvsfólkunum fer at vera brúktur bæði til at rokna tilboð og útinna annleggsuppgávur allastaðni har tað gevur meining. Føroyar er heimamarknaðurin og í fyrstu syftu skulu vit varðveita tí góðu mentanina sum er í RTS og styrka støðuna hjá fyritøkuni her, samstundis sum vit útinna tær nógvu uppgávurnar í Føroyum og Grønlandi og møguliga á øðrum arktiskum økjum, sigur Jóannes Niclassen.

Handilin er treytaður av góðkenning frá Kappingarráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder