placeholder
Innanlands

RTS Contractors og Runavíkar kommuna undirskrivað sáttmála um útstykking

Í gjár skrivaðu RTS Contractors og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um nógv umtalaðu útstykkingina í Leitinum í Saltangará

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, saman við brøðrunum og stjórunum í RTS Contractors, Svend og Andrias Lamhauge

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, saman við brøðrunum og stjórunum í RTS Contractors, Svend og Andrias Lamhauge

2018-08-10 09:51 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í gjár skrivaðu Svend Lamhauge og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um nógv umtalaðu útstykkingina í Leitinum í Saltangará, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Sp/f RTS Contractors, á Fjøruvegi 7 í Runavík, átti lægsta tilboðið, og eftir at samráðst hevur verið, síðani tilboðini vóru latin inn, komu partarnir ásamt um ein sáttmála í gjár. Sáttmálin kostar Runavíkar kommunu slakar 37 milliónir krónur. Sambært brøðrunum og stjórunum, Svend og Andriasi, er hetta í vavi størsti sáttmálin RTS Contractors nakrantíð hava skrivað undir higartil.

Fyrri parturin skal vera liðugur um eitt gott ár, og alt skal vera liðugt í 2020. Eftir at saðlað varð um frá vinnaraverkætlanini í norðurlendsku arkitektakappingini, tí hon bar ikki á mál, var heitt á Ósbjørn Jacobsen, arkitekt í Syðrugøtu, um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðani undir at neyvætla, og eftir tað var arbeiðið boðið út.

Runavíkar kommuna sigur, at útstykkingin fer at nøkta tørvin í eina tíð, men kommunan er longu farin undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini í Leitinum eru seld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder