RSP hava fest seg sum eitt av mest eftirspurdu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum - og nú er greitt, at teir leggja beina kós móti Tórsfest 24. juli.
– Við einum sermerktum ljóði og ráari orku hava RSP skapt sítt egna pláss í føroyskum tónleiki. Teirra tekstir eru beinraknir og ófiltreraðir, og teir tora at seta orð á tað, sum onnur ofta lata liggja. Hetta hevur givið teimum eina sterka støðu millum serliga yngru áhoyrararnar – men eisini nógv breiðari enn so.
– RSP eru kendir fyri sítt frekka og sjarmerandi útrykk, og skapa ein heilt serligan dám á pallinum. Teir spæla við fjøldina, byggja orkuna upp og fáa áhoyrarar at liva seg inn í hvørja einastu linju. Tað er júst henda nærveran og hetta sambandið við fjøldina, sum ger teir til eitt fyribrygdi, ið skal upplivast, skriva fyriskiparar av Tórsfest í tíðindaskrivi.
Frammanundan er greitt, at Christopher, Benjamin Havn og mong onnur verða á pallinum fríggjadagin 24. juli.
Atgongumerki til Tórsfest kunnu keypast á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald