2019-11-19 07:38
Verkætlanin at gera eitt bryggj burtur úr majrótum er nú komin so langt, at Dímunargarður er til reiðar at senda vøruna út í handlarnar fríggjadagin.
Rótabryggið fær navnið Mai.
Hósdagin verður nýggja bryggið lagt fram Reinsarínum í Havn. Fyrst fyri innbodnum og millum klokkan 17 og 18 fyri almenninginum, har Gutti Winther, kokkur, fer at borðreiða við ’onkrum etandi’, sum hóskar seg til nýggja drykkin.