Mentan

Romeo og Juliet í Norðurlandahúsinum

Við einføldum spæli, einum rúmi, tveimum fólkum og nøkrum fáum leiktólum fer kenda søgan um familjurnar Capulet og Montague fram í Norðurlandahúsinum 16. september, klokkan 19. Norska Kompani13 hevur serliga gjørt leikin, ið hevur vunnið fleiri viðrislønir, til ungdóm

Jorunn Lullau og Steinar Thorsen eru høvuðsperónarnir. Leikurin er á norskum

Jorunn Lullau og Steinar Thorsen eru høvuðsperónarnir. Leikurin er á norskum

2021-09-09 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Soleiðis hevur tú ikki sæð Romeo og Julet áður. 

Hetta kvøldið upplivir tú Shakespeare og hansara skaldskaparfrøði, orðagand og samspæl millum sorgarleik og skemt. Hansara sorgarleikir eru so góðir, at teir eru tíðarleysir. Lýsingin av sambondunum ímillum menniskju eru viðkomandi enn tann dag í dag.

Søgan um Romeo og Julie er tíðarinnar mest kendi leikur og tann valdmiklasta kærleikssøgan sum er. Men Romeo og Julie er nógv annað enn tað.

Hendan útgávan av søguni verður spæld av norska Kompani13, og er serliga gjørd til ungdóm, men vendir sær til áskoðarar í øllum aldri.

Leikurin vann Bergen Fringe Award 2018 "Fringe Spirit Award", og eina áskoðaravirðisløn í Litava eins og á festivalunum Dive into the theatre" í Kaunas og á Reykjavik Fringe festival i 2019.

Leikurin er framleiddur í samstarvi við Festspillene i Bergen.


Leikarar o.a: 

Uppskotsmenning: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen

Handrit: Jorunn Lullau, Steinar Thorsen, Lasse Åkerlund

Pallseting og búnar: Lasse Åkerlund

Leikarar: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen

Framleiðari: Hjørdis Steinsvik, Syv mil

Aldursmark: 14+

Mál
: norskt


Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder