Innanlands

Roðin letur upp aftur

Nú verða viðurskiftini hjá økistænastuni við Skálafjørðin aftur normaliserað, nú tamarhald tykist at vera á smittubreiðsluni í Føroyum

Sjóvarlon, bústovnur í Sjóvar kommunu (Mynd: Sjóvar kommuna)

Sjóvarlon, bústovnur í Sjóvar kommunu (Mynd: Sjóvar kommuna)

2020-09-09 08:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú tamarhald aftur tykist verða á korona smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini í Roðanum aftur normaliserað.

Frá í dag, mikudegnum 9. september, verður latið upp fyri øllum vitjanum á Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Vesturskin og Sjóvarlon, boðar Roðin frá.

Hetta merkir, at ongar avmarkingar eru fyri, hvussu nógv kunnu vitja, og at tiltøk sum andaktir, gudstænastur, hugnaløtur, sangløtur og føðingardagar aftur kunnu verða inni á heimunum.

Fyri lættari at kunna spora møguliga smittu, verða vitjandi tó framvegis biðin um at skráseta seg, tá tey vitja. Starvsfólkini í Roðanum verða javnan kannaði fyri korona.

Aðrar tænastur í Roðanum, eitt nú dagtilboð og venjingartilboð virka eisini aftur, sum vanligt. Somuleiðis verður kantinan opin aftur sum vanligt.

Roðin minnir tó á fólk um at halda almennu tilmælini um frástøðu og hondreinføri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder